Átta eru Tróndadagarnir, fyrsti er í dag. Í Gøtu verður sannur hátíðardámur í dag, tá standmyndin av Tróndi í Gøtu verður avdúkað. Í dag klokkan tvey fer Oddfríður Gregersen at avdúka nýggju standmyndina av Tróndi í Gøtu, mætasta høvdingi í Føroyingasøgu, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, hevur gjørt.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Jógvan Fríðriksson, bispur, røða, og Oddfríður Gregersen avdúkar standmyndina.
Umframt hetta vera onnur tiltøk eisini á skránni, millum annað frumframførsla av tónleikaverkinum ?Tróndur í Gøtu?.
Skráin fyri dagin í dag er henda:
13.00: Børn og vaksin ganga skrúðgongu úr Dagstovnunum við Gøtugjógv yvir til Norðragøtu.
14.00: Avdúking av standmynd ?Tróndur í Gøtu? eftir Hans Paula Olsen. Løgmaður Jóannes Eidesgaard og biskupur Jógvan Fríðriksson røða og Oddfríður Gregersen avdúkar.
15.00: Skeggjaspor - MOMO sýnir fram myndir, ið er tiknar til bókina ?Gøtuskeggjar? eftir Sigfríður Joensen. Kjallarin í Tróndargøtu 37.
17.00: Tróndur í Gøtu kirkju - Frumframførsla av tónleikaverkinum ?Tróndur í Gøtu? eftir Gavin Bryars. Luttakarar eru Eivør Pálsdóttir, Rúni Brattaberg, Aldubáran og Eystanljóð.