Føroyska landsliðið fyrireikar seg í løtuni til venjingarlandsdystin móti Liktenstein, sum verður mánadagin. Stóri spurningurin er, hvør skal avloysa Fróða Benjaminsen á miðvøllinum.
Tað er 19 mans við í hópinum, og av teimum eru tríggir málverjar. Sostatt hevur Lars Olsen 16 mans at velja í millum til dystin. Av teimum eru ikki nógvir, sum slítar sínar skógvar á miðvøllinum í gerandisdegnum.
Hallur Hansson og Brandur H. Olsen spæla óiva miðjuni, men eftiravboð frá bæði Róaldi Jakobsen og Heina Vatnsdal, so er líkt til, at Tróndur Jensen úr HB fer at fáa nakað av spælitíð. Hann hevur staðið seg væl til venjing og passar væl inn á spælandi miðvøllin. Tað er tó ikki vist, at Tróndur Jensen spælir frá byrjan.
- Eg legði fyrstu ferð merki til Trónd, tá hann spældi á U21 landsliðnum. So sá eg hann spæla aftur í AB, men sá hann ikki sum ein landsliðsspælara tá. Í ár hevur hann tikið seg fram. Tað sóu vit millum annað móti NSÍ og Víkingi, sigur Lars Olsen og leggur afturat:
- Tá Róaldur Jakobsen gav avboð, so var tað natúrligt at taka hann út. Tað snýr seg eisini um, at spælarar, ið klára seg væl í heimligu kappingini fáa ein ágóðan, men eisini tí hann passar inn í okkara spæliætlan, sigur landsliðsvenjarin.
Aðrir møguleikar
Av øðrum, so hevur Pól Jóhannus Justinussen úr NSÍ verið at sæð á miðvøllinum, meðan Sølvi Vatnhamar hevur verið vongur til allar venjingarnar. Hann spælir annars á sentrala miðvøllinum hjá Víkingi í ár.
Umframt teir, so hevur Lars Olsen eisini onkrar aðrar møguleikar. Hann kann flyta Jóan Símun Edmundsson á framrættaða miðvøllin, og so hava Hall Hansson og Brand H. Olsen mitt á miðjuni, meðan Klæmint A. Olsen verður fremstur.
René Shaki Joensen hevur eisini gjørt okkurt innhopp á landsliðnum sum miðvallari, men eins og Sølvi Vatnhamar, so hevur hann verið í høgru allar venjingarnar higartil.
Tí tykist fyri vist, at Tróndur Jensen fær sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum mánadagin. Spurningurin er bara um tað verður frá byrjan ella sum innskiftari.