Hetta vikuskiftið verður livandi tónleikur á Pubbini á Tvøroyri. Teir báðir Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe standa fyri tónleikinum.
Teir báðir tónleikararnir hava mangan áður staðið fyri undirhaldinum á Pubbini á Tvøroyri.
Báðir búgva teir á Tvøroyri, og suðuroyingar møta væl upp, tá ið tónleikurin frá teimum báðum er at hoyra.