Tróndur: Endiliga sleppi eg at spæla steypafinalu

(Rás2) Eyðsýndi miðvallarin hjá HB var sera eyðsýndur ímóti AB í kvøld. Hoyr Trónd Jensen seta orð á samlaða 6-1 sigurin

HB er í steypafinaluni fyri fyrstu ferð síðani 2014. Tað gjørdist greitt tá HB vann 4-1 á AB í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Talan gjørdist um ein samlaðan 6-1 hálvfinalusigur.

 

- Endiliga sleppi eg at spæla við í einari steypafinalu. Eg eri troyttur av at skula verða áskoðari til steypafinalurnar. Orðini eigur miðvallarin hjá HB, Tróndur Jensen ið aftur í dag var sera eyðsýndur, og ósjálvsøkin syrgdi hann fyri, at Niklas Kruse kom á máltalvuni tá HB skoraði til 4-1.

 

Tróndur Jensen viðgekk tó, at fyrstu løtuna haltaði tað hjá HB, og tað var ein lítil skelkur tá teir komu afturum, men hann fegnast um, at HB reistist skjótt og javnaði til 1-1. 

 

HER ber til at hoyra frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum fimm málunum sum komu á Argjum. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari. Les eisini samanumtøkuna hjá Jóannesi Hansen.

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Sørin Nygaard Samuelsen hjá AB hoyrist HER