Tróndur í Aquaculture

Tróndur Kragesteen hevur hevur eina grein við í viðurkenda tíðarritinum, Aquaculture.

Greinin, sum Tróndur Kragesteen hevur skrivað saman við trimum øðrum granskarum, lýsir grundleggjandi mekanismur handan lúsatrupulleikan á laksi.

- Greinin ger fyrst eina bioøkonomiska meting fyri optimala viðgerðarmarkið. Tað er serliga áhugavert at eyðmerkja kritiska viðgerðarmarkvirðið millum heilar aliskipanir og fyri einstaka aliøkið, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.

Greinin vísir á, at reglur um kravdar viðgerðir mugu fremjast strangliga, skal best møguliga umsitingin av laksalúsasmittu røkkast.

Úrslitið vísir eisini, at ov lágt viðgerðarmark merkir nógvar viðgerðir. Munurin millum optimalu viðgerðarætlanina hjá einstaka aliøkinum og tí hjá allari skipanini vísir, at umsitingin av laksalúsasmittu virkar innan fyri einum tragedy-of-the-commons umhvørvi, har einstaki alarin kann hava áhuga í at síggja burtur frá lógarásettu markvirðini, har so hinir partarnir í aliskipanini noyðast at gjalda fyri tað, sum hin einstaki sparir.