Leygarkvøldið fara Uni R. Debes og Tróndur Enni at spæla á Skarv, meðan Danin Bjarne Gohlke fer at undirhalda fríggjakvøldið Hettar er ikki fyrstu ferð, at teir báðir spæla saman á Skarv, og hvørja ferð hava teir veruliga sett lív í Skarvin. Teir eru nú mest kendir fyri at spæla hvør sær. Uni í Go Go Blues, og Tróndur hevur spælt nógv saman við eitt nú beiggjanum Brandi og við Neil Joensen, men síðstu tíðina hava Tróndur og Uni spælt nógv saman. Fríggjakvøldið spælir Bjarne Gohlke, sum fer at undirhalda við lívligum dansi og tónleiki frá 70, 80 & 90´inum