Át tróndardøgunum verður skipað fyri Tróndarseminari í skúlanum við Gøtugjógv. Heitið á seminarinum er Gøtu-Tróndur og elsta søga Føroya. Tróndur í Gøtu er ein óloysiligur partur av Føroyingasøgu eins og lýsing hansara har er vælkend. Føroyingasøga er tó skrivað umleið 200 ár eftir at hendingarnar fóru fram. Mangt kann verða farið fram hesi 200 árini, og tí er Føroyingasøga neyvan ein heilt neyv lýsing av tíðini, Tróndur livdi í.
Við grundarlagi í søguligum, fornfrøðiligum og náttúruvísingaligum keldum, er endamálið á seminarinum at kasta ljós á tíðina, Tróndur var partur av. Á hvørjum søguligum støði virkaði Tróndur? Hvussu vóru Føroyar í samtíð Tróndar, og hvussu sá hetta út í einum størri evropeiskum høpi? Við hesum spurningum í huga er tað sostatt øll elsta søga Føroya, sum verður tikin upp til orðaskiftis á seminarinum. At lýsa hesar spurningar eru ein røð av granskarum, ið serliga hava granskað í Víkingatíðini og eldri miðøld bodnir at luttaka.










