1. Tróndardagur
Fyrsti Tróndardagur verður sannur hátíðardagur í Gøtu. Loksins verður standmynd reist til minnis um mætasta høvding føroyinga Trónd í Gøtu. Talan er um prýðiliga standmynd eftir mæta føroyska listarmannin Hans Paula Olsen. Á hesum degi savnast øll um standmyndina klokkan 14.
Ikki nokk við at Tróndur fær eina standmynd reista. Tróndur verður eisini heiðraður í Gøtu kirkju har nýskrivað tónlistarverk eftir bretan Gavin Bryars verður framført av Aldubáruni, Eivør Pálsdóttir, Rúna Brattaberg og Eystanljóði.
2. Tróndardagur
Annan Tróndardag halda hátíðarhaldini fram. Gjáarneystið í Norðragøtu kemur aftur til heiður og æru. Gøtu Fornminnissavn hevur umvælt og víðkað savnið við at hýsa bátum og øðrum, sum hevur við hav og fiskiskap at gera.
Fróðarmaðurin Sigfríður Joensen letur 2. Tróndardag stórfingið bókaverk um Gøtuskeggjarnar úr hondum. Talan er um forkunnugt verk við hópin at myndum, spennandi tulkingum og góðum frásagnum.
Dagurin byrjar í Nýggju kirkju við guðstænastu og endar í Gomlu kirkju við guðstænastu.
3. Tróndardagur
Á triðja Tróndardegi ber til at fáa frásagnir bæði uttandura og innandura. Søgutúrurin av Toftanes í Leirvík um Bønhústoft til Blásastova í Gøtu verður gingin við ferðaleiðara, og um kvøldið verður frásøgn um arbeiðið at skriva Gøtu húsasøgu. Samstundis letur framsýning upp í Glyvra-Hanusar Húsi, ið lýsir hetta arbeiði.
Hendan dag ber eisini til hjá tónleikaáhugaðum at leita sær aftur í tíðina á tónleikaseminarinum »Tónleikur fyri 1000 árum síðani«.
4. Tróndardagur
Á fjórða Tróndardegi verður Tróndarseminar fyriskipað fyri leik og lærd søgufólk í Gøtu skúla. Tróndur, Føroyingasøga, fornfrøðisligar rannsóknir og søga føroyinga sum heild verður viðgjørd av írum, íslendingum, dønum og føroyingum. Øll hava møguleika at geva sítt íkast.
Eins og hinar dagarnar er møguleiki at vitja framsýningarnar í Blásastovu, í Gjáarneystinum, í Glyvra-Hanusar Húsi og forkunnugu myndaframsýningina hjá MOMO í Tróndargøtu 37.
5. Tróndardagur
Á fimta Tróndardegi verður forkunnug konsert í Gomlu kirkju við kingosangi og frásagnum. Í upprunaligum umhvørvi er møguleiki at uppliva hendan tónleik fáa nýtt lív.
Søvn og framsýningar hava eisini opið allan seinnapartin undan konsertini, so her er veruliga eitt gott høvi at leita sær aftur í tíðina, áðrenn farið verður í kirkjuna til forkunnugu tónarnar frá Tjørnuvíkingum og Kára Sverrissyni.
6. Tróndardagur
Á sætta Tróndardegi eru framsýningar og søvn opin eins og filmurin um listarmannin Hans Paula Olsen aftur verður vístur í Losjuni við Gøtugjógv.
Á hesum degi er somuleiðis møguleiki at fara túrin um fjallið. Farið verður av Toftanesi í Leirvík um Bønhústoft til Blásastovu í Norðragøtu.
7. Tróndardagur
Á sjeynda Tróndardegi leita øll sær til Syrðugøtu har G! MINI borðreiður við tí besta, tí lekrasta og tí forkunnugasta, ið finst á føroyska tónleikapallinum í løtuni. Á Spæliplássinum og í Grundini fara tónarnir at ljóma til klokkan 4 um náttina.
Á Sandinum og økinum kring Sandin í Syðrugøtu fer Víkingur at skipa fyri Víkingadøgum. Íslendskir víkingar koma til landið at sýna fram kynstur av alskyns slagi, og lagt verður fyri við jarnsmíði og bardøgum longu hetta fríggjakvøldið.
8. Tróndardagur
Áttandi Tróndardagur verður veitsludagurin mikli. Undirhald til stór og smá er á skránni í Syðrugøtu.
Føroyskur tónleikur fer at streyma úr hátalarunum á Spæliplássinum og í Grundini allan dagin og náttina við.
Á Sandinum fara víkingar at sýna fram leik og smíð, Angela fer at undirhalda, útisjónleikur verður framførdur og eisini koma skemtarar og røðarar á ymiskan hátt at ríka okkum dagin. Tú kanst eisini mála tær andlitið, hoppa í borgum og fara ein ríðitúr.
Kunna teg nærri um Tróndardagar á:
www.gota.fo
www.gfestival.fo
www.vikingur.fo
www.blasastova.fo
-----
Skrá:
1. Tróndardagur 12. juli
13.00 Børn og vaksin ganga skrúðgongu úr Dagstovnunum við Gøtugjógv yvir til Norðragøtu
14.00 Avdúking av standmynd ”Tróndur í Gøtu” eftir Hans Paula Olsen. Løgmaður Jóannes Eidesgaard og biskupur Jógvan Fríðriksson røða og Oddfríður Gregersen avdúkar
15.00 Skeggjaspor - MOMO sýnir fram myndir, ið eru tiknar til bókina "Götuskeggjar" eftir Sigfríð Joensen. Kjallarin í Tróndargötu 37.
17.00 Tróndur í Gøtu kirkju – Frumframførsla av tónleikaverkinum ”Tróndur í Gøtu” eftir Gavin Bryars. Luttakarar Eivør Pálsdóttir, Rúni Brattaberg, Aldubáran og Eystanljóð
2. Tróndardagur 13. juli
11.00 Guðstænasta í Gøtu kirkju. Martin R. Jacobsen prædikar
11.00 Morgunmøti í Filadelfia
12.30 Evangeliskt møti í Filadelfia við Zachariasi Zachariassen
14.00 – 17.00 Opið hús í Blásastovu og Glyvra-Hanusar Húsi
14.00 – 17.00 Skeggjaspor - MOMO sýnir fram myndir, ið eru tiknar til bókina "Götuskeggjar" eftir Sigfríð Joensen. Kjallarin í Tróndargötu 37
14.00 Gjáarneystið verður tikið alment í nýtslu
15.00 Fótbóltsdystur: Víkingur – Skála Formuladeildin
17.00 Sigfríður Joensen leggur bókina ” Gøtuskeggjar” fram í Glyvra-Hanusar Húsi
18.00 Guðstænasta í Gomlu kirkju. Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar
3. Tróndardagur 14. juli
10.00 Fornfrøðiligur gongutúrur í Leirvík av Toftanesi til Bønhústoft
14.00 – 17.00 Opið hús í Blásastovu
14.00 – 17.00 Skeggjaspor - MOMO sýnir fram myndir, ið eru tiknar til bókina "Götuskeggjar" eftir Sigfríð Joensen. Kjallarin í Tróndargötu 37
17.00 Gongutúrur Toftanes – Bønhústoft - Blásastova við Kristian Martin Eliasen
19.00 Framsýningin ”Gøtu húsasøgu” letur upp í Glyvra-Hanusar Húsi. Greitt verður frá arbeiðinum við at skriva Gøtu Húsasøgu
19.00 Eingin kann gera tað perfekta – filmur um Hans Paula Olsen í Losjuni
20.00 Tónleikur fyri 1000 árum síðani. Tónleikaseminar við Odd Silvarnes Lund í Gøtu Skúla
4. Tróndardagur 15. juli
14.00 – 17.00 Opið hús í Blásastovu
14.00 – 20.00 Gøtu húsasøga í Glyvra-Hanusar Húsi
14.00 – 17.00 Skeggjaspor - MOMO sýnir fram myndir, ið eru tiknar til bókina "Götuskeggjar" eftir Sigfríð Joensen. Kjallarin í Tróndargötu 37
16.00 - 20.00 Tróndarseminar í Gøtu skúla – Søguligir fyrilestrar úr Írlandi, Íslandi og Føroyum
17.00 Gongutúrur Toftanes – Bønhústoft - Blásastova við Kristian Martin Eliasen
19.00 Eingin kann gera tað perfekta – filmur um Hans Paula Olsen í Losjuni
5. Tróndardagur 16. juli
14.00 – 17.00 Opið hús í Blásastovu
14.00 – 20.00 Gøtu húsasøga í Glyvra-Hanusar Húsi
14.00 – 17.00 Skeggjaspor - MOMO sýnir fram myndir, ið eru tiknar til bókina "Götuskeggjar" eftir Sigfríð Joensen. Kjallarin í Tróndargötu 37
17.00 Gongutúrur Toftanes – Bønhústoft - Blásastova við Kristian Martin Eliasen
19.00 Eingin kann gera tað perfekta – filmur um Hans Paula Olsen í Losjuni
20.00 Kingokonsert og sangur í Gomlu kirkju. Kári Sverrisson og kingosangarar úr Tjørnuvík framføra
6. Tróndardagur 17. Juli
14.00 – 17.00 Opið hús í Blásastovu
14.00 – 20.00 Gøtu húsasøga í Glyvra-Hanusar Húsi
14.00 – 17.00 Skeggjaspor - MOMO sýnir fram myndir, ið eru tiknar til bókina "Götuskeggjar" eftir Sigfríð Joensen. Kjallarin í Tróndargötu 37
17.00 Gongutúrur Toftanes – Bønhústoft - Blásastova við Kristian Martin Eliasen
19.00 Eingin kann gera tað perfekta – filmur um Hans Paula Olsen í Losjuni
7. Tróndardagur 18. Juli
16.00 – 04.00 G! MINI
16.00 – 02.00 Víkingadagar
8. Tróndardagur 19. Juli
14.00 – 04.00 G! MINI
14.00 – 02.00 Víkingadagar









