Norðurlendsku trúnarvingarnir skriva nú bók um veðurlagsbroytingarnar Teir tríggir norðurlendsku trúnarvingarnir, Fríðrikur krúnprinsur í Danmark, Haakon krúnprinsur í Noregi og Victoria krúnprinsessa í Svøríki, eru í ferð við at skriva eina bók um tað, sum tey sóu, tá tey í fjør vitjaðu Svalbard og í ár Grønland. Tað skrivar Aftenposten.
Bókin er um veðurlagsbroytingarnar og um granskingina og lívið í tí arktiska økinum. Tey trý skriva hvør sín part av bókini, sum tey annars skriva saman við trimum umhvørvisgranskarum, Pål Prestrud úr Noregi, Minik T. Rosing úr Grønlandi og Anders Karlqvist úr Svøríki.
Norska forlagið, sum stendur fyri útgávuni, sigur, at tann ikki sørt sjáldsama bókin kemur í bókabúðirnar í Danmark, Noregi og Svøríki í oktober.