Átrúnaðarhugaður flogskipari

Flogfar nummar 34 á American Airlines var á veg úr Los Angeles til New York, tá flogskiparin brádliga bað øll tey kristnu ferðafólkini umborð rætta hondina upp.

Ferðafólkini gjørdust ovfarin. Eitt teirra, Amanda Nelligan, sigur við sjónvarpið WCBS, at flogskiparin kom við ymsum hóttanum, og at hann segði tey, sum ikki vóru kristin, vera óð í høvdinum. Harafturat bað hann tey kristnu gera sítt til, at tey óðu í høvdinum kundu venda um. Sambært Amandu Nelligan kendu fleiri av ferðafólkunum seg ótrygg, til hini starvsfólkini umborð fingu sissað tey.

Tá flogfarið setti seg í New York, stóð løgreglan fyri flogskiparanum, sum hevur fingið forboð fyri at flúgva fyribils. American Airlines hevur biðið ferðafólkini um umbering fyri tilburðin og sigur, at málið verður kannað sum eitt álvarsmál.