Trý nýggj partafeløg vóru stovnað í farnu viku. Feløgini fara at starvast innan advokatvirksemi, útleigan, ferðavinnu, o.a.
Nýggja advokatfelagið hjá fyrrverandi løgtingsliminum, Janusi Rein, og starvsfelaga hansara Brandi Ellingsgaard, er eitt av nýggju feløgunum, sum er skrásett.
Fróði Olsen úr Hósvík og Rói Hammershaimb Olsen av Langasandi hava stovnað eitt íverksetarafelag, meðan Samson Højgaard av Argjum hevur stovnað eitt Sp/f Boat.fo, sum er eitt ferðavinnufelag.
Umframt hetta eru nakrar nevndarbroytingar skrásettar, millum annað stjóraskifti í Valdemar Lützen og í Íðka í Klaksvík.