Bjarti Højbro, Kristianna Sighvatsson og Siri Eysturoy tóku ikki við afturvali á fundinum. Á eykaaðalfundinum varð Tummas Hanus Dam afturvaldur. Nýggir í nevndini eru Høgni Hansen og Poul Michelsen. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Føroyska handilsvinnan er ein tann størsta vinnugreinin í Føroyum og tørvur er á, at vinnufyritøkur taka seg saman um felags áhugamál. Í næstum ferð nevndin undir at fyrireika á hvønn hátt felagið skal gera seg galdandi á handilsvinnupolitiska økinum.