Teir tríggir spæla allir í donskum fótbólti og Brian Kerr hevur eftir øllum at døma sæð at ein møguleika í hesum, og sent boð eftir teimum trimum ungu monnunum.
Hans Jørgensen er málverji og spælir dagliga við Køge, Páll Klettskarð er áleypari og spælir við Vanløse og Viljormur Davidsen er vinstrabeintur verjuleikari og spælir við OB.
Sum skilst ætlar Brian Kerr, at allir leikararnir, hann hevur í hópinum í dag, skulu sleppa at royna seg. Við øðrum orðum verður helst eisini spælitíð til nýggju leikararnar, sum annars vanliga eru at síggja á U21-landsliðnum.
Dysturin móti B1908 verður á Sundby Idrætspark klokkan 18.30 danska tíð í kvøld.