Trý nýggj flogfelag skulu flúgva til Íslands

Flogvøllurin í Keflavík hevur stórar avbjóðingar av ovurhonds stórum vøkstri

Meðan aðrir flogvøllir stríðast óført við at fáa fleiri flogfeløg at flúgva til teirra, er nærmast innrás av flogfeløgum í Keflavík í Íslandi.

Bara hesa vikuna hava trý flogfeløg boðað frá, at tey eisini fara at hava farleið til Íslands næsta ár. Talan er um flogfeløgini Luxair úr Luksemborg, S7 Airlines úr Russlandi og Amercan Airlines úr USA. Øll trý flogfeløgini fara at hava summarflúgving til Ísland, sum er alt betri umtókt ferðavinnuland.

Hetta skrivar Check-in.

Framgongdin hjá íslendsku ferðavinnuni er við at gerast ein stór avbjóðing hjá flogvøllinum í Keflavík, tí vøksturin hevur verið so stórur seinastu árini, og tá ið flest ferðafólk eru á flogvøllinum, er trongligt.

Í ár hevur vøksurin í ferðafólkatalinum í Keflavík í miðal verið 30 prosent samaborið við í fjør, og onkran mánað var vøksturin heili 70 prosent. Í 2010 var ferðafólktalið góðar tvær milliónir, og í ár verður roknað við 8,8 milliónum ferðafólkum – tað vil siga, at talið er fýrafaldað seinast sjey árini.

Ferðafólktalið í Vágum er í ár fyri fyrstu ferð farið upp um 300.000, og hetta árið verður met.