Tað er niðurstøðan hjá serligu trímannanevndini, ið skuldi gera ummæli, tá lánini hjá trimum rækjutrolarum vóru løgd um. Nevndin, sum er mannað við Julionnu Klett, Anfinn V. Hansen og Sjúrði Horsdal, hevur givið eina stutta frágreiðing til frágreiðingina hjá kanningarstjóranum Turið Debes Hentze advokati.
Trímannanevndin er av tí fatan, at hennara virksemi er útint í samsvari við lógina. Hon er eisini av tí fatan, at fyristing og landsstýrismaðurin hava fylgt teimum ummælum og tí viðgerðarleisti, sum 3-mannanevndin hevur lagt lunnar undir.
Sostatt styðjar nevndin landsstýrismannin, sum sigur seg onki skeivt hava gjørt.