Trý mótmælisfólk deyð í Damaskus

Aftur í dag vóru harðir samanbrestir millum mótmælisfólk og trygdardeildir í Sýrialandi, og í høvuðsstaðnum Damaskus doyðu minst trý fólk, skrivar Reuters. Fólk í býnum siga, at í minsla lagi 2.000 fólk vóru í mótmælisgonguni í Damaskus, og at tey kravdu størri frælsi. Men trygdardeildir løgdu uppí og spjaddu mannamúgvuna. Fyrst brúktu trygdardeildirnar táragass, men seinni skutu trygdarmenninir eisini við skørpum.

Myndugleikarnir høvdu fyrireikað seg til mótmæli aftan á fríggjadagsbønina, og teir høvdu tí sent væl mannað trygdarlið í gøturnar.

Sýriski forsetin, Bashar al-Ashad, helt røðu í tjóðartinginum í gjár, men hann kom ikki við nakrari tilsøgn um politiskar nýskipanir.