John Johannessen
Trý mál vórðu tikin av dagsskránni fyri tingfundin hósdagin. Eitt av málunum var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 55/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um vatnið í Sumbiarbergholinum. Hetta er mál, ið Finnbogi Arge, landsstýrismaður, legði fyri tingið 22. februar í ár.
Ein onnur fyrsta viðgerð varð eisini tikin av dagsskránni. Hetta var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 61/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður. Hetta málið legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyri tingið 29. februar.
Svarið, sum Signar á Brúnni skuldi geva Jógvani á Lakjuni um summarfrítíðina hjá miðnámsskúlunum varð eisini útsett.
Tingfundur var aftur í gjár, og tá vóru øll hesi mál á skránni.










