Trøllapætur skuldi vera við trappuna í Vágsbotni, men ístaðin er hann fluttur inn í Reinsaríið. Tað skriva fyreirikararnir nú. Orsøkin er ivaleyst, at veðrið er ikki av tí allar besta í Havn í dag.
Men størsti partur av tiltakinum er undir tekju antin undir tekjuni við Reinsaríið ella undir stóra tjaldinum, sum er sett upp í Tórsgøtu.
Sí myndir frá tiltakinum undir hesari greinini