Trøllapøtur og omman á Bryggjuni

Saman við Sigurd Barret fara føroysku trøllini at seta lív í á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn tann 3. oktober. Bæði Trøllapætur og omman hava fyrr verið á Flatlondum, og tað dámar teimum somikið væl, at tey fegin taka ein túr afturat.

Í tíðindaskrivi frá Bryggjuni verður sagt, at Sigurd Barret tann 3. oktober skal standa fyri undirhaldinum, men at vanliga skrá hansara fær eitt skot fyri bógvin, tá hann brádliga fær vitjan av Trøllapæturi og omman. Og tey lova, at hetta ikki fer at ganga friðarliga fyri seg.