Trøllaomman stjól ein buss

Trøllaomman hevur stjolið ein buss, sum hon fekk børnini í Margitar Barnagarði í Klaksvík at hjálpa sær at mála

Til jóla kemur ein nýggjur filmur um Trølla Pætur og Trølla Ommuna. Tey er í ferð við upptøkurnar nú.

- Hesaferð verða allar upptøkurnar gjørdar í Føroyum, og hesin bussurin verður ein høvuðspallur í filminum, sigur Niclas Heri Jákupson, høvuðsmaður í verkætlanini.

- Børnini í Margitar Barnagarði í Klaksvík hava hjálpt okkum at mála bussin, sum er rættiliga pedagogiskur. Á aðrari síðuni hava tey málað tøl uppá, hinum megin bókstavaraðið. Aftan fyri á bussinum er ein klokka, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum leggur dent á, at børnini skulu hava gleði av bussinum.

Bussurin verður kortini ikki bara brúktur í filminum, tí komandi vikuna fer hann at koyra runt við Bassa hjá Eik Banka í sambandi við føðingardagin hjá Bassa.

Tað er Zacharis Hammer, sum stendur fyri upptøkunum av nýggja Trølla Pætur filminum.