Tær umleið 100 skinkurnar, sum hanga í einum hjalli á Trøllanesi, hava nú hingið í stívliga eitt hálvt ár, og í vikuni varð fyrsta royndin tikin fyri at meta um dygd, og nær skinkurnar verða lidnar.
Johan Mortensen, sum er ein av teimum, ið stendur aftan fyri skinku-verkætlanina, sigur, at turkingin gongur væl, og tann eyðkendi smakkurin og lukturin er komin væl í tær.
- Heystið hevur nógv at siga fyri endaliga útslitið, og tað okkara vón, at hitalagið í oktober fer at liggja um eini sjey stig við fitt av vindi, sum eru optimalar umstøður til skinkuturking.
Johan Mortensen sigur, at sambært ætlanini verður Trøllanes-skinkan fult búgvin og turkað til jólar, og hann leggur aftrat, at Norðoyggjar hava víst seg at vera stak góðar til alla turking.










