Trøllamamman sýnir fram í Leikalund

Komandi fríggjadag 7. september 2007 letur nýggj listarframsýning upp í Leikalund við myndum hjá Marjuni Jóanesardóttir

Marjun er fødd og uppvaksin í Havn, men hevur røtur úr Kallsoynni. Hon hevur arbeitt við búnum og annað til sjónleik. Tað hon, sum hevur sniðgivið tey kendu trøllini: Trølla Pætur, ommuna og hini trøllini. Áður hevur Marjun haft listarframsýningar bæði í Smiðuni í Lítluvík og í Jinx í Havn