Føðingardagurin byrjaði longu fríggjadagin við stórari móttøku í Danmark Radio, og var tað fyri innbodnum gestum – einamest familju, vinum, starvsfeløgum og øðrum sum hava við undirhald at gera.
Umframt at kendi enski tónleikabólkurin Bob Kerr and his Whoppee Band spældi, so luttóku eisini Trølla Pætur og hansara garvilla omma, og komu tey serstakliga væl frá sínari framførslu.
- Fólk blivu sera bilsin, og flentu tey nógv eftir okkum. Tað var gott lív í, og fingu vit nógv rós fyri okkara framførslu.
- Aftaná komu nógv fólk at tosa við okkum fyri at frætta, hvat hetta var fyri nakað, sigur ein av monnunum aftanfyri Trølla Pætur konseptið, Emil Gunnarstein.
- Vit hittu nógv fólk, sum hava við hesa vinnu at gera og høvdu vit onkrar fundir úti í Danmark Radio, sigur Emil.
Aftan á móttøkuna blivu Trølla Pæltur og Omman boðin heim til Sigurd og hansara familju til ein betur bita. Sjálvur føðingardagurin bleiv hildin leygardagin, og var tað ein heilt serligur føðingardagur. Fólk vóru festliga ílatin og høvdu øll serligar hattar.
Føðingardagin vardi frá kl. 16 um dagin til kl. 4 um náttina, og var tað ein stór fest við nógvum fjølbroyttum undirhaldi.
Trølla Pætur og Trølla Omman fóru á pallin kl. 23, og tá kókaði salurin.
- Tað var sera stuttligt, men samstundis sera nervapirrandi framførsla – serliga tí man visti, at her vóru so nógv kend fólk sum høvdu eyguni við okkum, sigur Emil. Men vit komu væl frá okkara framførslu, og tá vit vóru lidnir, stóð fólk uppi og klappaðu.
- Út á náttina fingu vit nógvar góðar kontaktir, og nú vóna vit, at vit hava fingið eitt gott samband við ta donsku undirhaldsverðina, sigur Emil at enda.










