Í samband við sjómannadagin hevur ein kavbatur ligið í Klaksvík. Hóast stórur áhugi hevur verið fyri bátinum, hevur tað ikki verið møguligt at fara inn í hann. Men í dag slapp fríska og kúllaliga Trølla omman kortini ein túr inn í stýrihúsið.
Arbeitt verður við einum nýggjum Trølla Pætur filmi, og sum vit øll kenna ommuna, finnur hon altíð uppá okkurt garvilt, hesa ferð onki matari enn at læna ein kavbát.