Trølla-omman fingið kapping

Trølla-Pætur er forliptur í Angelu. Tað varð staðfest í KÍ høllini leygardagin, tátey trý stóðu fyri góðum undirhaldi fyri børnunum í umleið ein tíma. Men Trølla-omman heldur lítið um Angelu, sum nóg illa slapp at vera á pallinum fyri henni

Klaksvík:
»Tað er øgiligt, sum tú ert pen « Tað var tað fyrsta, sum Trølla-Pætur segði, tá hann sá Angelu á pallinum leygardagin. Tey bæði komu mest sum av tilvild at standa einsamøll á pallinum eina løtu, og so var Trølla-Pætur púra vekk í Angelu.
Men tað dámdi Trølla-ommuni ikki, so tá hon kom upp aftur á pallin, skuldi hon standa í millum tey bæði allatíðina. Trølla-Pætur vildi hava muss frá Angelu, men tað kostaði ikki minni enn tríggjar mussar til ommuna. Sum so kortini tá avtornaði ikki vildi, at Trølla-Pætur skuldi mussa Angelu.
Tað endaði so við, at Angela bað ommuna hyggja ein annan veg eftir onkrum spennandi, og so fekk hon sín muss frá Trølla-Pæturi.

Harður rokkur
Men tað var ikki bara mussin, sum hetta tiltakið snúði seg um. Angela var fyrst upp á pallin, og tað fyrsta, sum hon gjørdi, var at fáa børnini nærri pallinum. Tey sótu annars øll fitt á uppsettu stólunum, men tað helt Angela vera alt ov langt frá pallinum. Og glað vórðu børnini við at sleppa nærri.
Angela fekk børnini at rópa Trølla-ommuna upp á pallin, men Trølla-Pætur tordi ikki beinanvegin. Tað gekk ein løta, so fór omman eftir honum, meðan Angela fór at finna sínar lutir fram.
Trølla-Pætur og omman framførdi eitt lag fyri og annað eftir á pallinum, og børnini tóku væl undir við teimum.
Síðani kom Angela aftur á pallin, og tá var tað, at Trølla-Pætur sá hana fyri fyrstu ferð og bleiv so øgiliga forliptur.
Angela gjørdi so ein ballón gand, sum Trølla-omman nærum oyðilegði, tí hon trúði ikki uppá gandin. Men til seinast gekk alt, sum tað skuldi kortini.

Ov hart
Tiltakið var stuttligt fyri øll. Bæði vaksin og børn, men kanska áttu fyrireikararnir eina aðru ferð givið sær meiri far um, hvussu hart tónleikurin er frá. Nógv av børnunum hildu fyri oyruni til endans, tá tey høvdu sitið longi og lurtað eftir tí garvilla rokkinum frá Trølla-ommuni.
Eisini skal sigast, at nógv av børnunum fóru upp á gólvið at renna. Um tað var av tónleikinum ella tí tiltakið kanska dró nakað út, skal her verða ósagt.
Men stuttligt var at síggja tey renna runt saman við Angelu, meðan Rannvá og Arnfríð Lützen rundaðu tiltakið av við sanginum um Flippuna.
Aftaná fingu øll høvi at heilsa upp á Angelu, Trølla-Pætur og ommuna og Nósa, sum eisini var á vitjan. Og børnini fingu tá Sunkist, og tað mundi koma væl við hjá teimum, sum høvdu runnið ta seinastu løtuna.