Ísraelsku tíðindafólkini til føroysku venjingina mundu ikki trúð sínum egnu oyrum..
Spurningurin, sum júst hevði verið settir føroysku umboðunum, var, hvør hasin maðurin var, sum støðugt rann umgang fyri umgang venjingarvøllin hjá føroyska liðnum.
Tá svarið so var, at talan var um næstformannin í FSF, høvdu teir hug at flenna.
- Hevði okkara næstformaður runnið soleiðis kring vøllin til venjingar, so høvdu fleiri sjónvarpsstøðir helst sent beinleiðis.
Somikið stóra hildu teir hendingina vera, og so nyttaði lítið at siga, at Niklas er fyrrverandi dómari, og at honum snøgt sagt dámar at vera í góðari venjing.
Um teir ikki trúðu hesi frágreiðing, ella um teir hildu føroyingarnir lúgva, er ikki víst, men í øllum førum mátti Niklas sjálvir yvir at greiða frá fyri tíðindafólkunum, at soleiðis hekk tað nú einaferð saman. Og so høvdu ísraelsku støðirnar nakað óvanligt at senda til hyggjarar og lurtarar sínar.