Ótrúligur dystur á Stamford Bridge

Chelsea er í Champions League hálvfinaluni. Hetta er veruleiki aftaná eina ótrúliga fjórðingsfinalu á Stamford Bridge ímóti Liverpool, sum endaði við ótrúliga úrslitinum, javnleiki 4-4. Chelsea vann samanlagt 7-5, og var grundin til hálvfinaluplássið stoypt í fyrra dystinum á Anfield Road í Liverpool, tá Chelsea vann 3-1.

 

Liverpool, sum var uttan liðskiparan Steven Gerrard spældi fyri sínum møguleika, og í fyrra hálvleiki sá ljóst út hjá teimum reyðu úr Liverpool. Áðrenn hálvur tími var spældur, var Liverpool á odda 2-0. Fyrst skoraði Fabio Aurelio í 19. minutti. Níggju minuttir seinni økti Xabi Alonso uppá brotsspark. Liverpool fór út til seinna hálvleik við góðum treysti, men tá bert seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki gjørdi Reina í Liverpool-málinum eitt ræðuligt mistak, og Didier Drogba tók av í stundini, og minkaði um munin til 1-2.

Løtu seinni Skeyt Rodrigo Alex eitt rimmar fríspark í netið, og tá Frank Lampard legði Chelsea á odda 3-2 í einum væl gjøgnumspældum álopi, tyktist alt avgjørt.

 

Men við tveimum skjótum málum, sum Lucas og Dirk Kuyt skoraðu var háspenningur aftur í luftini. Liverpool tevjaði blóð, tí ein 5-3 sigur hevði givið teimum eitt pláss í hálvfinaluni. Men so gjørdist Frank Lampard enn einaferð bjargingarmaðurin hjá Chelsea, tá hann við einum rimmar skoti javnaði til 4-4. Ein ófatiliga góður dystur, sum tænir báðum liðunum til stóra æru.

 

Chelsea møtir Barcelona sum vann samlað 5-1 á Bayern München, 4-0 heima, og 1-1 úti.