Ótrúligt tap

- Vit spældu EB/Streym sundur og saman, so tað er ótrúligt at standa her og hava tapt, sigur Niclas Niclasen, liðskipari hjá Víkingi.

Hann leggur afturat, at teir helst kunnu takka sær sjálvum, tí teir skaptu nógvar møguleikar.

- Vit kunnu sjálvandi takka okkum sjálvum, men vit kunnu eisini takka dómaranum fyri trý straffir hann ikki gav okkum, sigur Niclas Niclasen.

Atli Gregersen var ikki við í gjár, men Niclas Niclasen heldur ikki, at tað var tað, sum gjørdi útslagið.

- Vit hildu EB/Streymi frá møguleikum alla tíðina, uttan eitt forkølað skot upp á mál, sum fór inn. So eg haldi ikki tað hevði so nógv at siga í dag.

Niclas Niclasen staðfestir eisini, at tað er tungt hjá Víkingi at fara í feriu eftir tvey tap á rað, og hann heldur tað ikki vera nakran fyrimun.

- Tá vit tapa, vilja vit sleppa í gongd so skjótt sum gjørligt. So vit eru spentir at sleppa í gongd aftur, sigur ein týðiliga vónbrotin Niclas Niclasen.