Nevndarformaðurin í Google, Eric Schmidt, sigur í samrøðu við BBC, at tað er ótrúligt, at menniskju sleppa at koyra bil. Hann prátar um sína nýggju bók, sítt starv, og um at royna ein sjálvkoyrandi bil.
Nevdnarformaðurin í Google er nógv at hoyra í miðlunum fyri tíðina. Bæði í samband við Google, og í samband við sína nýggju bók, The New Digital Age - Reshaping the Future of People, Nations and Business.
Í tí seinastu samrøðuni hann gjørdi við BBC Radio 4, greiddi hann frá um sína bók, um framtíðar vørur frá Google, og um digitala menning sum heild.
Eitt av teimum tingunum, sum fólk hava stórar vónir um, er framtíðar sjálvkoyrandi bilurin frá Google.
Schmidt sigur, at tað higartil bert er ein sokallað "researchverkætlan", men eingin ivi er um, at hann sær stórar møguleikar í at gera ein sjálvkoyrandi bil.
- Vit eru við at kanna hvussu tryggir teir eru, og hvørjar trupulleikar vit kunnu loysa. Tøknin í bilinum inniheldur millum annað ein avanseraðan lasara, sum kann síggja ting skjótari enn ein menniskjaligur sjaførur, sigur hann við BBC.
Hann greiður frá hvussu tað kennist at koyra í einum bili, sum sjálvur kann stýra ferðini, skifta koyribreyt og bremsa, og hansara niðurstøða er greið.
- Um tú hugsar um hvussu menniskju koyra, so er tað ótrúligt, at vit yvirhøvur lata fólk koyra bil, sigur Schmidt.
Les meira av samrøðuni her á heimasíðuni hjá DR her: