Hóast hann longu hevur roynt meira, enn flestu aðrir føroyskir fótbóltsspælarar, so hevði Ingi Højsted undan leygardegnum ongan tíð roynt at spælt fyri eini slíkari áskoðarafjøld, sum henni, ið stóð kring Gundadal leygardagin.
- Hatta var fantastiskt. Sjálvur hugsaði eg bara, at hetta mátti blíva ein góður dagur. So skótt vit komu út til upphitingina, byrjaðu áskoðararnir at rópa og klappa. Tað var heilt spesielt, og eg má bara bera eina stóra tøkk til allar áskoðararnar leygardagin.
Kann tað ikki eisini gera, at spælarar fáa nervar?
- Tað kann tað kanska, men tað hendi so ikki hjá okkum. Eg haldi eisini, at vit hava somikið nógvar royndir á liðnum, at vit tóku hetta bara tann positiva vegin.
Nú hevur tú so eisini roynt at vinna FM fyri fyrstu ferð. Verður hetta eisini títt seinasta av slagnum?
- Tað veit eg ikki. Tað hevur verið áhugi frá onkrum útlendskum felag, men enn er so einki avgjørt í so máta. Eg trívist í øllum førum heilt væl her í B36, staðfesti hann at enda.