Heini O Heinesen var fastur táttur í politisku myndini, men á seinasta vali tapti hann fyri Karsteni Hansen
Men nú Karsten var farin upp í Miðflokkin, var slóðin ruddað fyri, at Heini O. Heinesen kundi gera vart við seg aftur.
Og tí møguleikanum tók hann av.
Kunoyingurin var valdur aftur á ting leygardagin og tað er ein avbjóðing, hann gleðir seg til.
- Tað verður ótrúliga stuttligt at sleppa aftur upp í tað politiska arbeiði, sigur hann.
- Hann sigur, at enn sum áður verður fiskivinnan hansara høvuðsmál og tað førir hann seg enn betri brynjaðan til nú, enn tá ið hann fór úr Løgtingingum.
- Eg eri fýra ár eldri, men eg havi eisini fýra ára royndir afturat við mær
Tá ið hann stillaði upp, visti hann ikki um hann fekk nóg stóra undirtøku, serliga nú alt landið er eitt valdømi, men hann hevði kortini varhugan av, at hann hevði eina ávísa undirtøku í Norðoyggjum og tí kemur úrslitið kortini ikki heilt óvart á hann.