Ótrúliga stórt

Gleðin var ikki til at taka feil av hjá leikarunum hjá Drátti, tá tær vunnu sín fyrsta steypasigur nakrantíð. Eftir dystin fingu vit orðið á Helgu Nordendal hjá Drátti, sum var ein av mest eyðsýndu leikarunum á vøllinum henda dagin. Hon var ótrúliga glað fyri sigurin.
- Hetta er super. Vit hava verið í finaluni fýra ferðir áður og høvdu ikki vunnið hana áður, so nú var upppá tíðina at vinna finaluna. Dysturin var sum heild sera skiftandi, men í síðsta setti var, sum tað skuldi vera, og tíbetur vunna vit dystin.
Helga helt tó, at leikararnir hjá Drátti gjørdu tað óneyðuga spennandi í síðsta og avgerandi settinum.
- Vit føra trygt í fimta setti, og tá man er so langt frammanfyri, so følir man, at hetta nokk skal ganga, og so byrjar man at slappa av. Tær kempa eisini ótrúliga væl, og munurin á liðunum er næstan eingin. Vit hildi tó tørn og vunnu. Hetta er tað størsta, man kann vinna í føroyskum flogólti, og karmarnir vóru heilt ótrúliga góðir, staðfesti Helga at enda.