Størsta uppgerðin í 1. Deild hetta umfarið, var tá AB vitjaði 07 Vestur í gjár. Sum kunnugt vann Vágaliðið 4-3, eftir eitt skifti at hava verið á odda 4-1.
Hesi bæði liðini, saman við báðum liðunum úr Suðuroynni, eru tey einastu, ið kunnu flyta upp í bestu deildina, og eru tað eisini hesi, ið hava fingið bestu byrjanina á kappingarárið.
Í gjár tók VB móti KÍ, og har var talan um sorl. Heili 8-0 til VB, og góða byrjanin er vælkomin í Vági, har tey óivað ætla sær upp í bestu deildina, ongantíð ov skjótt.
Í dag var dystur spældur á Sevmýri, har TB tók móti EB/Str., og eisini har skuldi talan vísa seg at vera um málveitslu. TB vann so rudduliga, og eftir tveir dystir hava teir skorað 10 mál og onki latið gjøgnum. Í dag varð úrslitið 7-0, eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Málini hjá TB í dag, skutu:
Jóhan Eivind Mouritsen 3, Olivur Abrahamsen 2, Allan Poulsen og Dan Mortensen.
Seinastu løtuna spældi TB enntá við tíggju monnum, hetta orsakað av at Dan Mortensen fekk sítt seinna gula kort, og harvið eisini reytt.
Tað sær út til at gerast talan um eitt spennandi kappingarár í 1. Deild, og ein rúgva av málum verða skotin í hvørjum umfari. Spennandi verður at fylgja hesum ungu garpum, kempa um at náa upp í bestu deildina.










