FLOGBÓLTUR
Tveir dystir vera á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum í kvøld. Annar teirra er í høllini í Kollafirði, har KÍF tekur ímóti meistarunum úr Drátti. Bæði liðini hava tvey stig fyri tveir dystir, og tí kunnu bæði liðini við einum sigri leggja seg á odda í deildini saman við TB og ÍF.
KÍF má tó metast at vera favorittur eftir góða byrjan upp á kappingarárið, har tær millum annað hava vunnið FK-kappingina og hava tryggjað sær pláss í steypafinaluni. Dráttur hevur tó eitt sterkt lið, og tí kunnu tær saktans vinna dystin í Kollafirði.
Bæði liðini vóru eisini í dysti í vikuskiftinum, og í báðum førum endaði við tapi. Dráttur tapti heima á Giljanesi ímóti SÍ, meðan KÍF tapti á Tvøroyri. Tí er líkt til, at liðini fara at leggja nógv fyri í teirra royndum at koma aftur á rætta kós í landskappingini.
Í hinum dystinum tekur SÍ ímóti Mjølni í Sørvági. SÍ fekk sín fyrsta sigur í vikuskiftinum, tá tær vunnu á Drátti. Mjølnir hevur enn einki stig fingið eftir ósigur á Kambsdali leygardagin, og tí fara tær heilt sikkurt vestur til Sørvágs eftir einum sigri. Eftir sigurin á Drátti er líkt til, at SÍ er komið á røttu kós í landskappingini, og tí mugu tær metast at vera stórir favorittar at vinna dystin í Sørvági í kvøld.
Dysturin í Sørvági byrjar kl. 19.00, meðan dysturin í Kollafirði byrjar kl. 19.45.