Tráðleysu internetveitararnir við í Farice

Fleiri nýggir veitarar av føstum interneti eru komnir eftir at latið varð upp fyri kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum.
Flestu teirra hava tikið seg saman í smápartafelagið, ið eitur "10. september 2002". Hetta hendi í september í sambandi við, at felagið aftanfyri Farice skuldi stovnast.
Farice er nýggi fjarskiftiskaðalin, sum skal binda saman Reykjavík, Tórshavn og Edinburgh, og skal tryggja føroyingum og íslendingum skjótari internet og tryggari samband við útheimin.
Eins og hinir veitararnir í Íslandi og Føroyum setti "10. sept. 2002" pening í Farice verkætlanina, sum allir vænta sær nógv av.
Við eru seks veitarar, sum millum annað veita fast tráðleyst internetsamband í høvuðsstaðarøkinum, á Skálafjørðinum, í Gøtu, í Fuglafirði, í Leirvík og í Klaksvík. Teir eru:

TeleTech
el & tele
Atlantic Online
Farodane
Hansoft
Tökni

Nevnast skal, at hesir veitararnir hava gott og væl helmingin av marknaðinum fyri fast internet í Føroyum.