Løgreglan sigur, at seinasta náttin hevur verið stak friðarlig. Einasta uppkall, sum er nevnivert, er ein fráboðan í gjárkvøldið, um at trý ross gingu leys í Havn.
- Vit ringdu til eigaran, sum lovaði at fara og taka sær av tí. Meiri verður ikki gjørt við tað, sigur vakthavandi.
Annars hevur løgreglan ikki verið úti til nakað stórvegis.










