Góðveðrið er komið og smálombini síggjast á bønum.
At síggja ær, ið hevur meira enn eitt lamb, er iki óvanligt.
Heldur ikki í Suðuroynni eru tvílemburnar óvanligar. (Í Suðuroynni nevnt ein tvílba).
Men eins og aðrastaðir í landinum, so er longri ímilum trílemburnar, hóast tær helst eru vanligari nú, enn fyrr.
Leygardagin fekk henda ærin 3 lomb, ið øll komu væl undan, hóast likkur og krákur hildu eyguni eftir teimum. Tað er Tórður Poulsen í Vági, ið eigur hesa trílembuna.









