Trælahandil

Vit hava í seinastu vikuna sæð í miðlunum at trælahandil enn er rættuliga umfatandi í evropa, og at vit her í norðara partinum ikki sleppa undan. Tað hevur verið áhugavert, at fleiri vilja gera okuurt við trupuleikan.

Tróndur Skaalum

Men hvat verður gjørt beint nú og hvat fyri ætlanir hevur man fyri framtíðina? Tað fyrsta man vera at endurnýggja føroysku lóggávuna, so at tað gerst straffbært at rinda pening fyri menniskju! Tó er greitt at handil við fólki er í andsøgn við ST viðtøkur og brot á menniskjarættindi.

Tað er gott at síggja, at vit hava í komandi landsstýri fólk, sum vilja taka sær av hesum málinum alt fyri eitt. Men enn hevur bert verið at hoyra til kvinnur í hesum málinum. Vilja kanska allir menn keypa sær konufólk, ella kanska duga vit ikki at síggja trupulleikan? Tað harmar meg ? og vantandi onnur - at so er. At fáa fleiri neyðars kvinnur innfluttar árliga, sum ikki duga at fungera í lokala samfelagnum, verður ein byrða hjá okkum øllum. At keypa sær neyð og elendigheit fyri túsundtals krónur er spilt burtur í sær sjálvum. Í gamlari tíð komu sjórænarir úr Suðurevropa at taka trælir í norðanlondum, kvinnur serliga. Og í dag fara vit suður eftir trælum. Nei betur var um gamlir dreingir sóu ríkidømi, sum er her heima í okkara egna landi. Bæði tað sum viltvaksandi og tað sum gróðursett er.

Fríðar lýsingar
Dimmalætting er fremsti lýsingarmiðlin innan trælahald. Ja tú fært forsíðuna og stóra yvirskrift uttan rokning. Tað tykist heldur komiskt at skriva í niðasta reglubroti, at lýsingin ikki var sett í torgið, nei, hon kom í forsíðuna ístaðin. Opinbært helt onkur lýsingina vera somikið viðkomandi, at allir gamlir dreingir skuldi fá fatur á telefonnummarinum. Boðskapurin var í øllum førum dupultur, og greinin undarlig. Kanska fyrispurningurin til fútan var fyri at slætta sjógvin frammanundan lýsingin var sett í blaðið, hvør veit? Tað argumenteraði pornografiska myndin á heimasíðuni so fyri.

Kvinnur standa saman
Tit kvinnur hava verið raskar at siga okkum monnum frá, at hettar finna tit tykkum ikki í. Og gott er tað. Um ikki tit siga frá sjálvar, so verður allarhelst onki gjørt. Soleiðis var við atkvøðurættinum á sinni, og eisini javnstøðulóg. Altíð muga tit sjálvar krevja tykkara rætt. Hettar bærvið er annars einans eitt herðaklapp til tykkum kvinnur, sum viðhvørt geva okkum monnum ein væl fortjentan frammaná. Vónandi verður trupulleikin loftaður, áðrenn skaðin gerst størri, og føroyskir menn sleppa ikki so lætt at stuðla trælahandli.