Tvey ísfiskalínuskip eru nýliga byrjaði túr í íslendskum sjógvi, og er ivasamt er, um hesi skipini koma heim at landa longu aftur í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at trý línuskip eru ávegis til Grønlands at fiska, men tað er óhugsandi, at hesi skipini koma inn at landa í næstu viku.
Tað er lítil línuveiða undir Føroyum í løtuni, men her eru kortini tvey frystilínuskip til fiskiskap.
- Streymurin verður góður í næstu viku, og veðrið verður eisini gott. Tí er væntandi, at nakað av útróðri verður í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.