Trý línuskip fiska longu og brosmu

Streymurin er hampiligur, men veðrið er í løtuni vánaligt. Væntandi er, at menn fara at liggja fram við og loysa, tá veðrið batnar.

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri fiskatilfeingi í næstu viku, varð sagt, at fýra línuskip eru til fiskiskap. Eitt skip fiskar í íslendskum sjógvi, og hini trý fiska longu og brosmu undir Føroyum.

 

- Eitt av skipunum landar mánadagin, og kanska landar okkurt skip seinast í næstu viku ella fyrst í aðru viku.

 

Veðrið er vánaligt í løtuni, og restin av línuskipunum liggja við bryggju. Tá líkindini verða betri, fara flestu skip væntandi útaftur.

 

Í løtuni eru eingi útróðrarlíkindi, men streymurin er brúkiligur. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at veðrið verður hampiligt í hvussu er ein part av næstu viku.

 

Nú sjógvurin fer at gerast kaldari, vænta menn, at meira fiskur verður at fáa, og tað er væntandi, at útróðrarmenn fara at liggja fram við og loysa, tá veðrið batnar.