Tvey ísfiskalínuskip eru ávegis til Grønlands at fiska, og væntandi fáa skipini mest av toski og brosmu har yviri. Tey koma ikki heim at landa í næstu viku.
- Eitt ísfiskalínuskip fiskar í íslendskum sjógvi og landar helst mánadagin. Skipið hevur mest av toski.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bara tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni. Annað er á Íslandsrygginum og kemur væntandi heim at landa síðst í næstu viku. Hitt skipið fiskar brosmu og longu og landar mánadagin.
- Eitt frystilínuskip fiskar í grønlendskum sjógvi, eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og eitt frystilínuskip fiskar eisini undir Føroyum. Nøkur línuskip, sum liggja, fara út aftur, tá streymurin batnar.
Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya í dag at siga, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur.
- Veðrið verður gott, so umstøðurnar til útróður skuldu verið rímiligar. Men, hetta er vánalig fiskitíð hjá útróðrarbátum, og tí eru teir fáir, sum rógva út í løtuni, verður lagt aftrat.