Aftur í morgun hevur løgreglan kannað, hvussu óførir ið bilførarar eru at spenna trygdarbeltini um seg sjálvar og onnur í bilum teirra.
Løgreglufólk vóru við skúlar bæði í Vágum og í Havn. Og í seinast nevnda staði fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið av hesum orsøk.
Fríggjadagin var løgreglan í líknandi ørindum í Vágum, og aftur í morgun.
Her fekk løgreglan at sanna, at fólk veruliga taka hetta til eftirtektar. Tí í morgun var eingin bilførari í Vágum skrásettur í hesum sambandi.
- Vit gera ikki hetta til tess at genera foreldrini. Hetta verður bara gjørt fyri barnsins besta, verður sagt av Politistøðini í Havn.