Javnaðarflokkurin vil, at heimastýrisskipanin verður tikin av, og at ein sjálvstýrislóg verður sett í staðin:
? Sjálvstýrislógin skal staðfesta ein samstarvssáttmála - ein samveldissáttmála - millum Føroyar og Danmark, sum tvey sjálvstøðug og javnsett lond í ríkisfelagsskapi hvørt við annað.
? Samveldissáttmálin skal áseta, at Føroya løgting, sum umboð fyri Føroya fólk, er hægsti myndugleiki í Føroyum.
? Sáttmálin tekur av allar formligar avmarkingar fyri, hvørji mál og málsøki kunnu verða yvirtikin - tað merkir, at øll mál koma undir føroyskt ræði, tá Føroya løgting ger tað av.
? Greiðar reglur skulu gerast um føroyskan heimarætt. Ríkisfelagsskapurin gevur øllum í felagsskapinum somu ríkisborgararættindi
? Tá ið alt lóggávuarbeiði Føroyum viðvíkjandi verður gjørt á Føroya løgtingi, verður fólkatingsumboðanin tikin av.
? Sum eitt hitt fyrsta stigið fram ímóti føroyskum sjálvræði, verður sett ein rættarkommisjón at fyrireika yvirtøku av rættarskipanini.
? Verandi stýrisskipanarlóg verður støðugt bygd út at rúma broytingunum í nýggju stjórnarskipan Føroya.
? Sjálvstýrislógin skal innihalda ásetingar um, hvussu samveldissáttmálin skal sigast upp, um so er, at føroyingar ynskja at fara úr ríkisfelagsskapinum.
Fólkaatkvøða í Føroyum staðfestir endaliga sjálvstýrislóg og samveldissáttmála.
Minnist til, at fremst í skyldri Javnaðarfloksins stendur frælsi, samhaldsfesti (solidaritetur) og vælferð fólksins. Tí er ikki vist, at føroyingar fara at taka stig til at fara úr ríkisfelagsskapinum, sjálvt um búskaparligir og fyrisitingarligir møguleikar vera fyri tí.
Fyri meg persónliga, kennist felagsskapur í eini størri eind skilagóð, um skipanin altso er bygd á veruliga umsorgan og ábyrgd yvir fyri hvørjum øðrum -solidariteti. Eg síggi tað sum eina góða skipan, at tvey lond, sum eitt nú Danmark og Føroyar gera ein sáttmála sum tvey javnsett lond í ríkisfelagsskapi, at tey til eina og hvørja tíð vara av hvørjum øðrum og skapa javnað partanna millum.