Miðbýurin í Havn var offur fyri nøkur innbrot hósnáttin. Í barnahandlinum Bamsuni hevði onkur brotið inn, men har var onki tikið. Hinumegin vegin, í Vilma, hevði eisini verið innbrot, har gerningsmenninir hava stolið nøkur kot. Longri niðri í býnum, í H.N Jacobsens bókhandli, hevði onkur ókunnuggestur eisini leitað sær veg inn. Har var vekslipeningur stolin.