Tað var mikil rómur í konservativa Bretlandi, tá ið konservativi flokkurin aftur kom til valdið og David Cameron gjørdist forsætisráðharri. Men nú sigursrúsurin er av og timburmenninir gera vart við seg, má hann ásanna, at trøini veksa ikki inn í himmailin.
Bretland hevur verið merkt av ógvuligastu mótmælum í mannaminni, har fólk hava mótmælt sparingum av ymsum slagi.
Og nú vísir ein nýggja veljarakanning, sum blaðið, The Guardian, hevur gjørt, at forsætisráðharrin og konservativa-liberala stjórnin í Bretlandi missir undirtøku.
Stjórnarsamgongan millum Konservativa Flokkin og Liberaldemokratarnar fær stuðul frá 43 prosent av veljarunum. Á valinum í mai í ár fekk hon 59 prosent.
Labour, við Ed Miliband sum formanni, er størsti andstøðuflokkur. Sambært nýggjastu veljarakanningini fær flokkurin stuðul frá 39 prosent av veljarunum. Tað er mesta undirtøkan seinastu trý árini.
Labour fer framum konservativa flokkin, sum fær 37 prosent.
Liberalu demokratarnir, sum eisini er stjórnarflokkur, fær undirtøku frá 13 prosent av veljarunum.










