Træið til jóla

Í Niels Finsensgøtu selja tey hjá Kiwanis jólatrø uppundir jól. Pengarnir, sum koma inn fyri jólatrøini, fara til vælgerandi endamál

Í øllum heimum, har jól verða hildin, er eitt jólatræ. Um tað er úr plasti, aðalgrann ella reyðgrann er so at siga líkamikið, men jólatræið hoyrir jólunum til.
At fara at keypa jólatræ er eisini nakað heilt serligt. Serliga eru tað børnini, sum vilja hava eitt stórt jólatræ, sum skal røkka heilt upp undir loftið. Tað er nakað, ið eigur til.
Í Niels Finsensgøtu er í dag farið at skýma. Tað er kalt og frostið liggur eftir vegnum. Á einum parkeringsplássi standa nakrar bingjur og nú klokkan nærkast trý verður farið at taka fram.
Kiwanis selur hvørt ár jólatrø í Niels Finsensgøtu. Pengarnir, sum koma inn av søluni, fara til vælgerandi endamál.
Fastir kundar
- Vit eru her á hvørjum ári og selja. Hetta er sjálvboðið arbeiði, og tað eru limir í Kiwanis, sum standa her hvønn dag, sigur Ernst Samuelsen, sum í dag er ein av teimum, sum selur jólatrø.
Tað byrjar rættiliga at myrkja og fleiri fólk leita sær framvið. Tey hyggja eina løtu, práta, og so finna tey eitt passandi træ.
? Ógvuliga ymiskt er, hvat træ fólkini vilja hava. Tað er mestsum býtt upp eftir aldri og um fólkini hava børn ella ikki. Um tey hava børn, so skulu tey hava eitt stórt træ, men um tað kanska eru eldri fólk, so vilja tey heldur hava eitt minni træ, sum ikki tekur so nógv pláss, greiðir Ernst víðari frá.
Kiwanis selur bæði aðalgrann og reyðgrann. Men meira verður selt av aðalgranninum.
Eini 1000 jólatrø koma til landið hvørt ár, sum Kiwanis selur. Ernst sigur, at mestsum øll trøini verða seld. Í ár varð byrjað 9. desember og hildið verður áfram til ongi trø eru eftir.
? Nevndin ger seinni av, hvat peningurin skal brúkast til. Kiwanis hevur longu í ár givið fleiri gávur. Í fjør seldu vit eisini jólatrø uppi í gomlu Hoyvíkini í samband við eitt tiltak har uppi.
Gott lag
Lagið er gott. Fólk heilsa uppá hvønn annan, og veruligur jólahýrur er í býnum. Tvær abbadøtur hjá einum, sum selur trø eru eisini her í dag. Tær eru væl ílætnar, so tær ikki gerast kaldar í frostveðrinum. Tær eita Elin og Barba og eru 7 og 9 ára gamlar.
? Fólk eru blíð og fryntlig hesa ársins tíð. Ongantíð nakrir trupulleikar, sigur Ernst við einum smíli.
? Tað vísir seg, sum fólkini koma í stimum. Júst sum fiskatorvurnar. So eina løtu er onki at gera, men so brádliga koma nógv fólk aftur.
Spurdur um, tað ikki kann gerast kalt at standa úti og selja trø ein heilan seinnapart svarar Ernst flennandi:
? Nei, tað er ongin trupulleiki. Tá hugurin er til at selja, so er tað ikki kalt.
Tey, sum keypa jólatrø í Niels Finsensgøtu, eru ofta tey somu. Nógv hava tey sæð fyrr, og tey somu venda sum oftast eisini aftur.
Eitt par kemur og fær eitt jóltræ. Tey fara so aftur í bilin.
Ja, líkamikið. Tað kann tykjast løgið at keypa eitt træ fyri at blaka út so stutt eftir tað er komið í húsið, men jólatræið hoyrir jólunum til. So Kiwanis klárar við síni sølu at gera nógv barnahjørtu glað, tá tey sleppa at síggja glógvandi ljósini og allar pakkarnar undir trænum jólaaftan.