Landsliðsúttøka
Vagnur Mohr Mortensen varð heilt kløkkur, tá hann mikudagin um døgurðaleitið varð ringdur upp av FSF-skrivstovuni. Boðini vóru, at hann var tikin út til landsdystin móti Hollandi, men at byrja við hevði hann ilt við at trúgva hesum.
- Eg helt, at onkur gjørdi telefongass við mær. Telefonbókin lá tó beint við, so eg hugdi eftir nummarinum, og tá fekk eg so staðfest, at tað var Fótbóltssambandið, sum ringdi, so eg mátti heldur trúgva tí, sigur hann.
Men hevði tú ikki tann minsta varhugan av hesum áðrenn?
- Heine hevði nevnt okkurt fyri mær, men tað hevði eg ikki tikið so nær. Eg roknaði í øllum førum ikki við, at tað var nakað, sum aktuelt her og nú, staðfestir hann.
Gingið skjótt
Og tað er einki at ivast í, at tað hevur gingið skjótt hjá Vagni. Hann var partur av liðnum hjá HB, tá kappingarárið í 2001 byrjaði, men síðani hevur hann leikt millum lítið og einki.
Tað mesta av 2001 var oyðilagt av skaða, og tá hann eftirfylgjandi fór út at sigla, avmarkaði fótbólturin seg av sær sjálvum.
- Í fjør byrjaði eg so aftur, men Frank Skytte og eg vóru líka sum ikki á bylgjulongd, so eg gavst rættiliga skjótt, óg meira enn einstakar dystir á triðjudeildarliðnum gjørdist talan ikki um. Í ár eri eg so byrjaður við fullari ferð, og ikki minst hevur tað verið gott hjá mær, at hava Heine sum venjara.
- Hóast eg at byrja við ikki hevði sama bóltførleika, sum eg vildi hava, so hevur hann alla tíðina stuðla mær, soleiðis at sjálvsálitið spakuliga er komið, so tað er heilt víst, at eg hava nógv at takka honum fyri.
Og Vagnur dylir heldur ikki fyri, at eitt slíkt heraklapp er nakað, sum ger tað enn meira hugaligt at dríva á við fótbóltinum.
- Eg ætli mær í skúla í heyst, so nú verið eg í øllum førum á landi. Og tað er einki at taka seg aftur í, at við slíkum avbjóðingum sum hesari, so ætli eg mær at koyra á, staðfestir hann.
Gleðir seg til nøvnini
Sum sagt, so hevur Vagnur í ár vunnið sær sess í HB-miðverjuni, men nú er talan brádliga um størri uppgávur enn hetta. Beinleiðis mótstøðumenninir seinastu tíðina hava verið eitt nú Magni á Lakjuni og Birgir Jørgensen, men um góða viku kunnu tað verða Ruud van Nistelrooy og Patrick Kluivert. Og tað er einki at ivast í, at hetta er nakað, sum togar í streingirnar hjá einum ungum fótbóltsleikara.
- Nú veit eg so ikki, um eg sleppi inn, men bara at hita upp á sama vølli sum slíkir leikarar. Tað verður heilt fantastiskt, heldur hann.