Trý hava framvegis fulla úrtøku

07 Vestur, Víkingur og AB hava framvegis fulla úrtøku, nú kappingin í næstbestu fótbóltsdeildini er trý umfør gomul

Merkisvert er tað, at hesi trý hava meiri enn tvífalt so nógv stig, sum tey hava, ið eru næst í røðini. Á fjórða plássi er B71, sum saman við 07 Vestur og AB kappast um tey bæði uppflytingarplássini. Fjórða liðið, ið hevur møguleika at flyta upp er Skála, ið burtur úr trimum teimum fyrstu umførunum bara hevur vunnið eitt stig.
07 Vestur vann í dag á heimavølli 3-0 ímóti KÍ. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, og tað er framvegis einki mál farið ígjøgnum hjá Peturi Meinhard Magnussen, sum er uppvaksin í B68, og sum nú verjir málið á vágaliðnum.
Víkingur vann sera sannførandi 6-3 sigur á Sandi. Gestiirnir vóru frammanfyri 6-0, áðrenn heimaliðið síðsta korterið tríggjar ferðir svaraði aftur og fekk ein mann vísan av vølli. Tað man sjáldan koma fyri, at trý sjálvmál verða skorað í einum og sama dysti, men soleiðis var tað á Sandi ídag!
AB vann tryggan 4-1 heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá HB, teir næstbestu hjá B68 megnaðu 2-2 á Skála, hóast heimaliðið var frammanfyri við tveimum málum, inntil tað restaði eitt korter, og teir næstbestu hjá NSí vunnu síni fyrstu stig við 3-2 heimasigri á teimum næstbestu hjá EB/Streymi.