Vit undirritaðu feløg skulu við hesum boða frá, at vit í dag hava gjørt semju um øll stríðsmál, sum hava verið millum feløgini.
Semjan inniber, at FH og LH eru landsfeløg/høvuðsfeløg fyri sínar limir í øllum viðurskiftum, herundir sáttmálasamráðingum, og at partarnir í felagsskapi arbeiða ímóti at betra viðurskiftini hjá handverkarum í Føroyum, og at feløgini í mest møguligan mun fara at samstarva í sáttmálasamráðingum.
Tórshavn, 22. oktober 1999
Føroya Handverkarafelag
Havnar Handverkarafelag
Landsfelag Handverkaranna