Trúgvur hevur hann verið, stuðulin hjá oddaspælarunum í billard í Klaksvíkar
Klubba. Tummas Johannessen hevur trúðliga øll árini ferðast kring Føroya
land fyri at stuðla sínum monnum, tá avgerandi kappingar hava verið. Hann
var við á Tvøroyri, tá Sonhard Johannessen sum fyrsti klaksvíkingur
nakrantíð vann FM-heitið fyri einstaklingar, og hann var aftur við í Havn,
nú Kristian Suni Høgnesen vann sítt fyrsta FM-heiti.
Í billardkappingum eru dómarar alfa og omega. Og man Tummas eiga tað, ið
mest líkist einum Føroyameti í døming eisini. Tá fremmand lið vitja í
Klaksvík eru altíð boð eftir Tummasi at reisa keylur og telja saman nógvu
eyguni hjá liðfeløgum sínum. Hann er vorðin ein fastur táttur í
billardmyndini, serstakliga kring eitt av landsins elstu og bestu
billardborðum, tað í Klaksvíkar Klubba.